Vegna asfaltering er vegurin oman á kaiøkið norðanfyri byrgingina í Hvannasundi fyribils stongdur.
Hvannasunds Havn upplýsir, at vegurin verður stongdur fram til mánadagin. Nærri kunning kemur seinni um, nær koyrandi verður aftur.
Arbeiðið hevur eisini við sær, at ruskplássið er stongt leygardagin 19. september.
