Í kvøld klokkan 22 verður konsert við Grandma’ Basement í Húsinum í Klaksvík.
Bólkurin spælir fangandi og orkumiklan tónleik, og sambært fyriskiparunum verður talan um eitt kvøld, har bæði nýggjur og eldri tónleikur verður at hoyra.
Konsertin er serliga ætlað teimum ungu, og øll frá 7. flokki til og við 18 ár sleppa ókeypis inn. Tey, sum eru 19 ár og eldri, eru eisini vælkomin, men tá kostar atgongumerkið 100 krónur og verður selt við dyrnar.
Húsið ger vart við, at talan er um eitt rúsfrítt tiltak, og tí er alkohol ikki loyvt til konsertina.
Grandma’ Basement fer á pall í Húsinum í kvøld klokkan 22.
