Klaksvíkar Kvøldskúli bjóðar nú kóráhugaðum at tekna seg til eitt nýtt verkætlanarkór, sum fer at arbeiða við kenda stórverkinum Requiem hjá Wolfgang Amadeus Mozart.
Endamálið er ein stór framførsla í apríl 2027, tá verkætlanarkórið fer at framføra Requiem saman við professionellum solistum og orgulfylgispæli.
Øll kóráhugað eru vælkomin at tekna seg til verkætlanarkórið.
Kórleiðari verður Ólavur Jøkladal, Ari Hammer Joensen verður orgulfylgispælari, og Pætur við Keldu verður repetitør. Samskipari er Birita Adela Davidsen.
Venjingarnar verða í Mentanarhúsinum Varpinum mikukvøld klokkan 19–21 frá 21. oktober til 9. desember og halda fram aftur eftir jól.
Requiem hjá Mozart telist millum kendastu verkini í klassiska tónleikaheiminum og tekur umleið ein tíma at framføra.
