Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Semifinala, brace og unglingakapping

Jóhann Lützen

Semifinalurnar vóru í gjár. 42 teir bestu hundarnir frá innleiðandi umførunum kappaðust um 16 pláss í finaluni.

Kappingin var á breyt 1, og gekk fyri seg á sama hátt sum innleiðandi kappingarnar. Tó varð rikið mótsættan veg í “drivinum”, og 5 dómarar dømdu. Hvør dómari hevur 110 stig at geva.

Aftur sóðu vit hvussu høgt støði er á teimum bestu í heiminum. David Cole og “Aristos Juno” úr Onglandi vunnu kappingina, við 472 stigum.

Einans eitt umboð úr norðanlondum megnaði at náa finaluni. Anna Edbom og “Dánakims Sky” fingu 434 stig og tað gav eitt 9 pláss.

Á breyt 3 var fyrsta “Brace” kappingin í World Trial søguni. Jónstein Petersen var og hugdi, hann skrivar soleiðis á Facebook vanganum hjá Seyðahundasambandinum:

“Brace kallast kappingin, tá ið man brúkar 2 hundar samstundis. Tá eru 10 seyðir og tvær rættir. Tá ið hundarnir hava fingið seyðin inn í ringin, skal tann eini hundurin deila seyðin í helvt og síðani reka hann inn í eina rætt. Tá seyðurin er komin í rætt, má hundurin sum hevur fingið teir í rætt, ansa eftir teimum, so teir ikki fara út aftur. Har er einki portur á. Meðan hundurin ansar eftir seyðnum í einari rætt, fer hundaførarin við hinum hundinum at reka hinar 5 sum vóru eftir í eina aðra rætt. Rættliga imponerandi at síggja.” Sí myndir

David Kevin Evans við “Kemi Ids” og “Valley View Dan” vunnu heimsmeistara heitið í Brace.

Á breyt 2 var innleiðandi kapping um unglinga heimsmeistaraheitið, tey eru undir 21 ár. 3 unglingar vunnu seg í finaluna. Hon verður í døgura steðginum, í finaluni hjá teimum vaksnu.

Føroyar luttaka ikki í Brace og unglingakappingini.

Í Dag er finalan. Hon byrjaði tílja í morgun. Umleið kl 18:00 verður avdúka hvør er heimsmeistari.