Hann fer at liggja av útsynningi við fitt av vindi meginpartin av vikuni, sum stendur fyri framman. Ikki ein heilur dagur uttan regn, tí brúgvlag fara at leggja leiðina famvið, og ímillum tey er ælaveður. Tær turru løturnar fara at vera ódrúgvar.
Tað er eitt lágtrýst, sum fyrstu dagarnar í vikuni fer norðureftir ímillum Grønland og Ísland. Vit liggja langt eystan fyri miðjuna av tí, har sum brúgvaløgini eru og tráur útsynningur næstan alla vikuna. Tá ið lágtrýstið seint mikudagin er farið longur norður – burtur frá Føroyum – fer ein hátrýstryggur við góðum veðri at loyna at ota seg norður á leiðina vestan fyri okkum, men tann gleði verður stokkut, tí longu mikukvøldið fer eitt nýtt lágtrýst – og tað er djúpt og við nógvum vindi rundanum – at nærkast. Tað fer at seta sín dám á veðrið hósdagin og fríggjadagin við vindi upp í skrið og nógvum avfalli.
Veðrið hetta og fram til næsta vikuskifti:
Mánadagin:
Fyrrapartin veksur vindurin av landsynningi upp í frískan vind ella hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin gongur hann vesturum til útsynning og minkar vindin niður í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frá líður slítur í, tó er okkurt æl í støðum. Um náttina samdrigið og regn. Hitin 10 til 13 stig.
Týsdagin:
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, smá- ella hálvskýggjað regn, men sum frá líður slítur í. Seint um kvøldið og um náttina frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt æl. Hitin 8 til 13 stig.
Mikudagin:
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað við onkrum æli. Hitin 6 til 11 stig.
Hósdagin:
Um morgunin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Tá líður á dagin veksur vindurin upp í strúk í vindi ella skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Eitt skifti um náttina gongur hann niður sunnan og minkar vindin, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 11 stig.
Fríggjadagin: Hvassur vindur ella skrið av suðri og av útsynningi, 15 til 20 m/s, sum um kvøldið minkar niður í frískan vind ella hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 8 til 11 stig.
