Heimaliðið var betra liðið, men málini sum Riga FC fekk vóru tvey sera keðilig mál, sum ikki áttu at komið.
Fyrsta partin av dystinum var KÍ undir sera stórum trýsti, og marginalrnir vóru við, at heimaliðið ikki kom framum. KÍ spældi seg inní dystin, og hálvleiksstøðan var 0-0.
Beint eftir hálvleik kom heimaliðið á odda, og var tað sjálvmál. KÍ kom afturíaftur í 67. minutti og var effektivt, tá Páll A. Klettskarð skoraði eftir gott upplegg frá Árna Frederiksberg. Fyrsta málið hjá KÍ í altjóða kapping síðani í Luksemborg í 1. umfari. Í 75. minutti fekk Riga FC-leikari beinleiðis reytt kort. Tað økti møguleikarnar hjá KÍ, men í 89. minutti misti KÍ bóltin í uppspælinum, og tað bleiv revsað og so var 2-1, sum gjørdist úrslitið.
Riga FC er helst besta liðið í Baltikum og var eisini betra liðið samanlagt yvir báðar dystirnar, men bæði málini sum teir skoraðu, kunnu flokkast sum sjálvmál og nærum sjálvmál. Reyða kortið gav KÍ eisini ein betri møguleika, sum ikki bleiv tikin.
KÍ er sostatt úti av altjóða fótbólti í ár.
