– Leygardagurin á Norð Festivalinum er bæði hugnaligur og spennandi. Talan er um ein tónleikadag frá morgni til myrkurs – tiltøk eru frá kl 10:00 um morgunin líka til kl 4:00 um náttina – Umframt tónleik so er barnaland, camping, tjalding, góður matur og mangt, mangt annað á skránni, sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari
Morgunmatur í tjaldinum – og festivalurin settur
Festivalurin byrjar kl 10:00 við einum góðum morgunmati inni í tjaldinum. Festivalurin verður settur, meðan morgunmaturin er. Bjóðað verður vælkomin, og ynskt verður, at øll fáa ein góðan Norð Festival.
– Tað koma nógv fólk at fáa sær morgunmat, hetta plagar at verða sera hugnaligt, sigur Jógvan Heinesen.

– Trølla Pætur vitjar eisini morgunmatartjaldið. Hetta byrjar kl. 11:15, og eftir tað letur spælilandið upp, sum í ár er inni í høllini. Har vera hoppiborgir o.a., umframt so verður eisini okkurt til børnini á FIFA-vøllinum. Silvi kemur eisini á vitjan á spæliplássinum kl 14:00.
Tá ið eg spurdi Jógvan Heinesen fyriskipara, um tað koma nógv børn, segði hann, at umleið 150 atgongumerki eru seld til børn, og nógv koma eisini, sum eru undir skúlaaldri – hesi gjalda einki, men tey skulu fylgjast við onkrum vaksnum inni á økinum, sigur fyriskiparin.
Eitt serligt huglag í bygdini, tá Norð Festivalur er
– Nógv lív er í bygdini, sum er á tremur við fólki. Ongantíð hava verið so nógvir húsvognar sum í ár. Tað síggjast fólk alla staðni. Tey ganga runt og hugna sær og práta. Huglagið er gott – og ein serligur dámur kennist í bygdini, sigur Jógvan Heinesen.
Heygabóndir á Viðareiði fletta eina kúgv
Fyriskiparin sigur, at forkunnug hending er á skránni kl 12:30, tá ið heygabóndir fara at fletta eina kúgv. Hetta er eitt stuttligt – og ikki minst forkunnugt tiltak, sum hevur verið á hvørjum ári, sigur Jógvan Heinesen.
– Fuglafjarðar harmonikufelag kemur eisini at vitja. Teir spæla, meðan flett verður.
Vælsmakkandi buffét letur upp kl 15.00
– kl 15:00 letur Grill Team upp, umframt letur stór buffét upp á Hotel Norð kl. 15:00 – bufféin plagar at verða væl vitjað, sigur fyriskiparin.
– Skráin er full av góðum tónleiki. Herborg Torkilsdóttir trýnur á pallin inni í teltinum kl 15:00, og síðani heldur tónleikurin fram líka til kl 4:00 um náttina.
– Eg gleði meg at bjóða øllum gestum vælkomnum til Viðareiðis á Norð Festival, sigur Jógvan Heinesen fyriskipari til endans, og vísur á skránna, nær tey ymisku tiltøkini eru.
Sí skrá niðanfyri:

