Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsurøktari til Gloria

 

 

 

Umsorganarheimið Gloria søkir eftir einum dugnaligum heilsurøktara og avloysarum.

Í løtuni búgva 8 fólk á Gloria, við víttfevnandi sosialum trupulleikum, men vit byggja út í løtuni, og komandi ár vera enn fleiri búfólk.

 

Søkt verður eftir:

Heilsurøktara at byrja 1. oktober 2026, starvsbrøkur 0,8 ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðjahvørt vikuskifti, annað kann avtalast.

Eisini søkja vit eftir hjálparfólki / avloysarum.

 

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari.
  • Fólki við royndum innan sosialt arbeiði, umsorgan, heilsi- ella námsfrøði kann verða ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
  • Sum kann arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt.
  • Likamliga og sálarliga væl fyri.
  • Koyrikort
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu.
  • Góðar KT – førleikar

 

Væntanir

  • At tú hevur góð samstarvsevni, er fyrikomandi og tænastusinna/ur.
  • At tú ert álítandi, ágrýtin, og dámar væl avbjóðingar.
  • At tú ert tolin, rúmandi, rólig/ur av lyndi.
  • At tú hevur jaligan hugburð.
  • At tú fært búfólkini føla seg virdan, hoyrdan og sæddan.
  • At tú dugir væl, at leggja arbeiði til rættis og megnar at hava fleiri uppgávur í senn.
  • At tú ert semjusøkjandi, hevur ábyrgdarkenslu og ert við til, at arbeiðisplássið mennist, at húsfólk og starvsfólk trívast.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi fjølbroytt, týdningarmikið og meiningsfult starv.
  • Eitt áhugavert starv, har tú kanst gera mun og seta tín dám á gerandisdagin.
  • Góðar starvsfelagar.
  • Góðar og tryggar arbeiðsumstøður.
  • Góða innleiðslu, har tú fært góða upplæring í starvinum.

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og yrkisfelag umsøkjarans.

 

Umsókn

Umsóknin við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast til

Umsorganarheimið Gloria, Stangavegur 16, 700 Klaksvík ella gloria@gloria.fo

 

Freist

Umsóknar freistin at søkja starvið er mánadagin 31. august  2026 kl. 12.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til  Mamy Dahl Sørensen, leiðara á Gloria á tlf. 220566