Klokkan 20.00 í kvøld savnast vísundin, vinnan og politiski viljin um botnfiskiskapin kring Føroyar á KG hotel.
Meira virði úr føroyska botnfiskiskapinum — hvat krevur tað?
Botnfiskiskapurin er í einari spennandi men avbjóðandi støðu. Betri marknaðarprísir, sterkari fiskastovnar og stórar íløgur í nýggj skip geva nýggjar møguleikar.
Lagt verður út við framløgu hjá Eydnu í Homrum, deildarleiðara á Havstovuni, um sjónarmiðini hjá vísindaligu ráðgevingini.
Síðani hevur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur samrøðu við Hanus Hansen, reiðara, um aktuellu støðuna og útlitini til eina veruliga endurnýggjan av flotanum.
Tingið endar við at Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum hevur samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, fiskimálaráðharra, um botnfiskastovnarnar, fiskidagaskipanina og politisku kørmini næstu árini.
Byrjar stundisliga kl. 20:00 á KG Hotel.
Øll hjartaliga vælkomin!
Norðlýsið stroymir beinleiðis frá fiskivinnutinginum á heimasíðuni nordlysid.fo.
