Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagurin nærkast: Ókeypis og rúsfríur dagur fyri øll

Jóhann Lützen

Sjómannadagurin í Klaksvík nærkast, og fyrireikingarnar ganga sum ætlað. Tað sigur Eyðstein Poulsen, formaður í nevndini fyri Sjómannadagin, sum Norðlýsið hevur prátað við.

Sjálvur Sjómannadagurin verður leygardagin 22. august, men skráin byrjar longu í morgin, tá Fiskivinnutingið verður hildið á KG Hotel.

Týsdagin hava Annika Sølvará, stjóri í Granskingardepilinum, og Sigurgunn Wenzelsdóttir Várting frá Sjókovanum framløgur á KG við heitunum Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning og Hvussu stendur til í føroyskum fiskiskapi?

Mikukvøldið tosar blaðstjórin á Norðlýsinum við 83 ára gamla Jóan Petur Klein á KG um hansara drúgva lív og upplivingar á sjónum.

Hóskvøldið verður einki tiltak, tí KÍ spælir móti FC Riga.

Fríggjadagin verður afturvendandi fiskikappingin á Kósini, og so verður eisini vælumtókta vatnkríggið, har stór og smá kunnu stuttleika sær saman.

Leygardagurin byrjar við at Merkið verður vundið í húnar hátt og síðani bjóðar Karl Johansen, borgarstjóri vælkomin og eftir tað setur Bárður á Steig Nielsen, fiskimálaráðharri sjómannadagin. Leygardagurin er á tremur við kappingum, hugna og góðum matupplivingum.

Skráin bjóðar sostatt upp á fróðskap, søgur, kappingar og hugna – og alt er lagt til rættis fyri, at nógv fólk kunnu savnast í Klaksvík til ein góðan og fjølbroyttan Sjómannadag.

Eyðstein Poulsen sigur, at nevndin gleðir seg til dagarnar, og leggur dent á, at Sjómannadagurin er ókeypis og rúsfríiur.

– Vit vilja hava Sjómannadagin at vera fyri øll, og tí skulu bæði familjur, børn, ung og vaksin kenna seg vælkomin, sigur Eyðstein.

Eyðstein er eisini sera fegin um tann stóra stuðulin, sum Sjómannadagurin fær frá fyritøkum og øðrum stuðlum. – Uttan stuðlarnar var eingin Sjómannadagur, og vit eru sera takksom fyri, at so nógv vilja vera við og stuðla undir tiltakinum, sigur hann.