Sunnudagin um eina viku kann støðan hjá KÍ á stigatalvuni verða broytt sera nógv.
Vinnur KÍ móti AB mánakvøldið og NSÍ sunnudagin, so liggur KÍ nummar eitt, um ikki NSÍ vinnur ein sera stóran sigur á EB/Streymi.
Hinvegin kann KÍ sunnudagin 23. august eisini liggja nummar fimm. Til tað krevjast hesi úrslit:
AB-KÍ 1
HB-B68 1
07 Vestur-B36 2
Skála-Víkingur 2
NSÍ-EB/Streymur 1
KÍ-NSÍ 2
HB-07 Vestur 1
Víkingur-B36 2
Tá verður stigatalvan hendan:
1. NSÍ 43
2. HB 36
3. B36 36
4. Víkingur 35
5. KÍ 34
Hvørki tað fyrra (at KÍ liggur nummar eitt) ella seinna (at KÍ liggur nummar fimm) er ósannlíkt á pappírinum, sum gongdin hevur verið í ár. Tó er kanska ikki so sannlíkt, at B36 vinnur á útivølli móti Víkingi, men øll hini úrslitini eru á papírinum sannlík.
Enda úrslitini ørvísi, so verður stigatalvan ørðvísi.
