Tá ið fólk hugsa um PAZ, hugsa tey helst um mat, men nú hevur matstovan eisini fingið sína egnu barr. Barrin, sum eitur Doktarin, hevur opið hvønn leygardag og bjóðar serstakar drykkir, sum hava íblástir av Føroyum.
Vit práta við Becky Louise Corcorgan, sum er barrleiðari, og hon greiðir okkum frá, hvussu tey hava hugsað Føroyar inn í drykkirnar.
Eisini ger hon okkum tveir serstakar drykkir. Annar teirra verður borðreiddur við skerpikjøti – nakað, sum vit royna fyri fyrstu ferð.
Hvussu tað smakkar, og um vit í veruleikanum smakka skerpikjøtið í drykkinum, kanst tú finna út av her:
