Michelin matstovan PAZ, sum Poul Andrias Ziska rekur, hevur fingið altjóða viðurkenning fyri sína matgerð, har føroysk mentan og føroyskar rávørur verða hugsaðar inn í bæði rættirnar og sjálva matupplivingina.
Fleiri hava longu vitjað matstovuna, bæði føroyingar og ferðafólk, og fólk koma til Føroyar fyri at royna teir serstøku og eyðkendu rættirnar á PAZ. Hóast ein kanska kundi hildið, at føroyingar ikki eru so áhugaðir í “fine dining“ í egnum landi, so dámar føroyingum væl at royna nýhugsandi føroyska matgerð á PAZ, sigur Poul Andrias Ziska.
Ein av nýhugsandi rættunum er ein samanseting, har garnatálg og blásoppaostur spæla ein leiklut. Hendan rættin royna vit og fáa Poul Andrias at greiða frá tonkunum aftan fyri rættin.
Vit práta eisini um arbeiðsmentanina í matstovuvinnuni á høgum stigi. Í mars mánaði var hetta nógv umrøtt, eftir at kendi kokkurin René Redzepi fekk atfinningar fyri óhóskandi arbeiðsatburð móti starvsfólki.
Poul Andrias skilur væl, at ein kann verða pressaður og ørkymlaður, tá ið ein arbeiðir á høgum støði, har alt skal gerast ordiligt og trýstið er stórt. Samstundis leggur hann dent á, at tað er avgerandi at skapa góð arbeiðskor, so tað er gott hjá øllum at vera á matstovuni.
Vit práta eisini um nógv annað, so um tú vilt hoyra alla samrøðuna við Poul Andrias Ziska, kanst tú lurta her:
