Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dysturin millum KÍ – Lech Poznań fyribils útsettur til kl. 20.45 í kvøld

ki.fo

Leikarahópurin hjá Lech Poznań ger eina roynd at flúgva úr Bergen til Føroyar kl. 13.00.

Leikarahópurin hjá Lech Poznań var ávegis til Føroya í morgun, men enn einaferð hava veðurlíkindini í Vágum órógvað ferðina hjá pólska liðnum.

Flogfarið fór úr Poznań í morgun við kós móti Føroyum, men tá tað nærkaðist Føroyum, vóru líkindini at lenda í Vágum ov vánalig. Eftir at hava bíðað uttanfyri Noreg eina løtu varð avgerð tikin um at seta kós móti Bergen, har flogfarið lendi.

Hetta er aðru ferð, at ferðin hjá Lech Poznań til Føroya verður órógvað av mjørka. Ætlanin var upprunaliga, at liðið skuldi koma til Føroya mikudagin, men tá varð ferðin avlýst orsakað av veðrinum.

Nýggj roynd verður gjørd kl. 13

Lech Poznań ætlar at gera eina nýggja roynd at flúgva úr Bergen til Føroya klokkan 13 í dag.

Fær flogfarið lent í Vágum hesaferð, verður Europa League-dysturin millum KÍ og Lech Poznań á Tórsvølli útsettur nakrar tímar. Dysturin, sum eftir ætlan skal byrja klokkan 18.30, verður tá í staðin spældur klokkan 20.45 í kvøld.

Kann verða útsettur til fríggjakvøldið

Fær Lech Poznań heldur ikki lent í Vágum við næstu royndini, verður dysturin ikki spældur í kvøld.

Í so fall verður dysturin millum KÍ og Lech Poznań útsettur til í morgin, fríggjakvøldið klokkan 19.00.

Tað veldst sostatt um næstu tímarnar og um, hvørt veðrið í Vágum loyvir pólska ferðalagnum at koma til Føroya. 

Fyrri dysturin millum liðini endaði við 1-0 sigri til Lech Poznań, og tí er alt framvegis opið undan returdystinum á Tórsvølli.

Endurrindan av atgongumerkjum

Um tað nú ikki ber til at koma til dyst, ber til at fáa atgongumerkið endurrindað. Skrivað ein teldupost til roi@ki.fo fyri at fáa peningin aftur.