12. aug 2026
Í dag byrjaði fólkaskúlarnir kring landið aftur eftir summarfrítíðina og 802 børn byrjaðu í 1. flokk í 46 ymiskum skúlum. 9 av børnunum byrjaðu í skúlanum á Fossánesi, 5 dreingir og 4 gentur.
Merkið varð vundið í húnar hátt, tí vit fagna hesum 9 børnunum og bjóða teimum hjartaliga vælkomnum í skúla. Á myndunum síggja vit tey í vøkrum heimabundnum troyggjum og litføgrum skúlataskum.
