Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gilli er stóra ivamálið

Jákup Ósá

Í morgin spælir KÍ avgerandi seinna dystin í 3. umfari í Evropa League um at koma í røkkstøkk í Conference League.

Tá KÍ spældi móti HB mánakvøldið var bara ein broyting ímun til dystin í Póllandi. Oussama Ali var ikki tøkur, men hann væntast tøkur í morgin. Hinvegin fór Gilli R. Sørensen út við skaða í fyrra hálvleiki. Sum skilst hevur hann havt trupulleikar í knænum. Magnus Powell, høvuðsvenjari, segði eftir venjingina týskvøldið, at tað er óvist, um Gilli verður klárur.

Ímun til dystirnar móti Lech Poznan og HB er Hallur Hansson tøkur aftur eftir leikbann.