Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB hevur hálað 10 stig inná KÍ síðstu fimm umførini

Jákup Ósá

At tað kann venda skjótt í fótbólti er gongdin millum KÍ og HB síðstu tíðina gott dømi um.

Fyri fyrstu ferð í 12 dystir og átta ár tapti KÍ landskappingardyst á heimavølli í gjárkvøldið móti HB. Meðan KÍ bara hevur fingið fimm stig síðstu fimm umførini, so hevur HB fingið 15 stig somu tíð og hevur sostatt uppá fimm umfør hálað 10 stig inná KÍ. KÍ er tó enn frammanfyri HB, men nú er munurin farin frá 14 stigum til fýra stig.

Á formstigatalvuni eru tað bara trý lið, ið hava fingið færri stig enn KÍ síðstu fimm umførini. Tey eru B36, Skála og B68.