Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brekrættindasáttmálin skal við í lógararbeiðið 

Jóhann Lützen

Nýggj tingseta er byrjað, og komandi árið fara nógv lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið.

Brekumboðið heitir á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, verður tikin við í lógararbeiðið frá fyrsta degi, og at øll lógaruppskot verða mett í mun til skyldurnar, sum sáttmálin ásetir.

Tað er ikki nóg mikið bert at staðfesta, at eitt lógaruppskot er mett at vera í samsvari við sáttmálan. Heldur eigur at verða greitt frá, hvørjar ásetingar í sáttmálanum uppskotið byggir á, og hvussu tað ávirkar rættindini hjá fólki, ið bera brek.

Tá hetta verður ein fastur partur av fyrireikandi lógararbeiðinum, styrkir tað bæði dygdina í lóggávuni, rættartrygdina og rættindi í føroyska samfelagnum, sum heild. 

Brekrættindasáttmálin eigur ikki bara at verða nevndur – hann eigur at verða framdur í verki.

Føroya Løgting samtykti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í 2009. Tí eigur sáttmálin eisini at vera eitt virkið amboð í øllum lógararbeiði, sum snýr seg um rættindi og livikor hjá fólki, ið bera brek.