Eitt stórt og eyðkent seglskip hevur í dag lagt at í Klaksvík. Talan er um Thalassa, eitt 37 metrar langt hollendskt seglskip, sum er bygt í 1980.
Thalassa er eitt sokallað barquentine-skip og hevur heimstað í Harlingen í Niðurlondum. Skipið hevur pláss fyri 36 næmingum og manningin telur átta.
Skipið hevur eina áhugaverda søgu. Tað sakk í 1985, men varð keypt av Arnold Hilkema og Jacob Jan Dam, sum fullkomiliga endurbygdu og útgjørdu skipið. Thalassa varð aftur sett á sjógv í 1995.
Í ár hevur Thalassa lagt leiðina til Føroyar. Sambært ferðaætlanini hjá skipinum er ætlanin at sigla úr Føroyum til Oban í Skotlandi seinni í august.
