Ikki serliga hugaligt veður, nú Summarfestivalurin er farin um bak. August plagar at vera hampuligur, men higartil hevur hann bara verið góður onkra løtu. Vikan byrjar við, at hann fer at liggja av útnyrðingi við ælaveðri. Eitt lágtrýst liggur eystanfyri og beinir ta tráu luftina hendavegin.
Mánakvøldið og týsdagin fer eitt hátrýst at liggja yvir okkara leiðum. Tá fer veðrið at vera munandi frægari. Týskvøldið og fram ímóti vikuskiftinum fer eitt lágtrýst at liggja sunnan fyri Ísland, og tað fer at senda lýggjari luft hendaveg.
Veðrið fram til næsta vikuskifti – dag fyri dag:
Mánadagin:
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið, tó sum frá líður yvirhøvur turt og sólglottar. Út á kvøldið minkar vindurin niður í lot millum útnyrðing og vestan, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin:
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað, í støðum tám ella mjørki. Sum frá líður veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind millum av landsynningi, 5 til 10 m/s, ádrigið og út á kvøldið fer at regna. Hitin 9 til 13 stig.
Mikudagin:
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Um morgunin samdrigið og regn, men tá líður á seinnapartin skýggjað ella hálvskýggjað, í støðum tám, driv ella okkurt ælið. 10 til 14 stig.
Hósdagin:
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað, támut og stundum driv ella ælaveður. Sum frá líður minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 10 til 14 stig.
Fríggjadagin:
Lot til frískt lot av útsynningi og vestri, 3 til 8 m/s, sum frá líður gongur hann upp í útnyrðing og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum mjørki og okkurt ælið, men eisini sólglottar í støðum. Hitin 8 til 13 stig.
