Trygd verður høvuðsevnið, tá Norðurlandaráðið heldur sína 78. ársfund í Helsinki frá 26. til 29. oktober.
Norðurlendsku londini skulu umrøða, hvussu tey kunnu samstarva tættari í einum meira ótryggum heimi. Dentur verður lagdur á uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, sivila tilbúgving og heilsutrygd.
Á skránni er millum annað norðurlendskur toppfundur við stjórnarleiðarunum. Eisini verða kjak um rættvísa skattlegging, pensjón, javnstøðu og vælferð, umframt at virðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar.
Ársfundurin er størsti politiski toppfundurin í Norðurlondum og savnar millum annað stjórnarleiðarar, uttanríkisráðharrar og 87 tinglimir úr øllum Norðurlondum.
Finski ríkisdagurin er vertur fyri fundinum.
