Mótstøðuliðið hjá KÍ mánakvøldið hevur fingið flest stig í deildini síðstu fimm umførini.
HB hevur vunnið 12 av 15 møguligum stigum. Sama tíðarskeið hevur KÍ átta stig. Talan er um ein týdningarmiklan dyst fyri oddastríðið, har fleiri lið enn KÍ og NSÍ eisini blanda seg. Vinnur HB so verður HB bara fýra stig aftanfyri KÍ, meðan ein sigur til KÍ helst sløkkir FM-vónina hjá HB.
Skal KÍ varðveita oddasessin, so má KÍ helst vinna, tí NSÍ hevur heimadyst móti botnliðnum Skála og væntast at fáa trý stig har.
KÍ-HB byrjar mánakvøldið kl. 18.30.

