KÍ tapti 1-0 í Póllandi móti pólsku meistarunum og tað ger, at uppgerðin er á lívi.
Heimaliðið var samanlagt betra liðið og hevði fleiri málmøguleikar, men eftir eina torføra byrjan, har Mark F. Jensen hevði onkrar stórbjargingar, so fekk KÍ betri tak á dystinum og fekk sum fráleið eisini støður og møguleikar. Árni Frederiksberg skeyt hornaspark á tvørstongina og Páll A. Klettskarð var tvær ferðir nær við. Í 81. minutti bleiv KÍ-verjan fangað langt frammi á vøllinum og tað revsaði heimaliðið.
Hetta var einasta málið í dystinum. Eitt góðkent avrik og úrslit hjá KÍ móti sterkastu mótstøðuni, sum KÍ hevur havt síðani 2023. Uppgerðin er á lívi. Tí fellir avgerðin á Tórsvølli komandi hóskvøld kl. 18.30.
