Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upptakt: Lech Poznan-KÍ

Jákup Ósá

Í kvøld er tann á pappírinum torføraasta uppgávan hjá KÍ síðani 2023 á skránni í Póllandi.

Pólsku meistararnir taka ímóti og eru stórfavorittar til dystin, har eini 15-20.000 áskoðarar væntast sambært pólskum miðlum. KÍ er nógv skert til dystin. Sebastian John, Odmar Færø, Jákup Biskopstø og Patrik Johannesen eru skaddir, meðan Hallur Hansson hevur leikbann. Síðani er tað René S. Joensen, sum neyvan er klárur at spæla frá byrjan eftir at hava verið uttanfyri so leingi.

Dysturin í Póllandi byrjar kl. 18.00. Dómari verður Orel Grinfeld úr Ísrael.