Etika
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Almenn móttøka á Etika í morgin

Jóhann Lützen

Í samband við at Etika letur upp fríggjadagin verður almenn móttøka í morgin á Biskupstorgi 7 frá kl. 15 til 17.

Okkurt gott verður til góman, matur og drekka. Vit vóna at fólk eru í festivalstemningi, sigur Johannes Jensen stjóri í Gist og Vist.

Etika letur upp fríggjadagin kl. 16 og opið verður til kl. 21. Somuleiðis leygardagin frá kl. 16 til kl. 21. Hesar báðar fyrstu dagarnar ber ikki til at bestilla mat út við, upplýsir Johannes.

Týsdagin 11. august lata vit upp kl 11.30 við fullari megi, sigur Johannes Jensen við Norðlýsið at enda.