Føroya Reiðarafelag mælir landsstýrinum frá at samtykkja uppskotið um at geva bólki 5B 750 serstakar fiskidagar fyri fiskiárið 2026.
Í hoyringarskrivi sigur Reiðarafelagið, at uppskotið gongur uttanum galdandi umsitingarætlan fyri fiskiskapin og tí eigur at verða tikið aftur. Sambært felagnum eiga broytingar í fiskidagaskipanini at verða gjørdar sum partur av eini samlaðari endurskoðan, har allir partar í vinnuni eru umboðaðir.
Reiðarafelagið vísir eisini á, at fleiri aðrir bólkar hava fingið fiskidagatalið skert nógv seinastu árini, og at skip eru løgd orsakað av vantandi fiskidøgum. Tí eigur ein einstakur bólkur ikki at fáa serliga viðgerð.
Harumframt ávarar Reiðarafelagið um, at broytingin kann seta bæði umsitingarætlanina og MSC-góðkenningina fyri føroyskan fiskiskap í vanda. Felagið heldur tí, at allar broytingar í fiskidagaskipanini eiga at verða viðgjørdar í einum størri høpi, áðrenn nýggir fiskidagar verða útlutaðir.
