Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráfiskakeyparafelagið: 42 prosent fleiri bátar eru orsøkin – ikki ov fáir fiskidagar

Jóhann Lützen

Ráfiskakeyparafelagið mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið um at geva bólki 5 B 750 eyka fiskidagar fyri fiskiárið 2026.

Í hoyringarsvari vísir felagið á, at uppskotið gongur ímóti galdandi umsitingarætlan og veiðireglu og kann seta bæði burðardygdina og MSC-góðkenningina hjá føroysku botnfiskaveiðuni í vanda. Felagið heldur, at tað eigur at fáa Løgtingið at endurhugsa uppskotið.

Ráfiskakeyparafelagið vísir á, at høvuðsorsøkin til dagatrotið ikki er ov lítið dagatal, men vaksandi virksemi. Sambært hagtølum frá Vørn er talið av bátum í bólki 5 B vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í 2026 – ein øking upp á 42,4 prosent. Samstundis er miðalprísurin fyri kilo hækkaður úr 18,86 krónum upp í 33,18 krónur, svarandi til 75,9 prosent. Sambært felagnum eru hetta høvuðsorsøkirnar til, at fiskidagarnir eru brúktir skjótari enn undanfarin ár.

Felagið ávarar eisini um, at eitt serligt undantak fyri bólk 5 B kann skapa eitt fordømi fyri aðrar skipabólkar og undirgrava álitið á føroysku fiskivinnuumsitingina. Tí mælir Ráfiskakeyparafelagið til, at uppskotið verður tikið aftur, og at ein varandi loysn verður funnin í sambandi við endurskoðanina av umsitingarætlanini og veiðiregluni.

Uppskotið hjá Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismanni um serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri fiskiárið 2026 er til viðgerðar í løgtinginum júst nú.