Nógv verður bygt, men kortini er bústaðarneyð. Sostatt hava vit ikki bert ein byggitrupulleika, men ein nýtslutrupulleika. Tí nógvir av bústøðunum, ið verða bygdir og keyptir, verða nýttir til stutttíðarleigu.
Hetta er ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum ongastaðni hava at búgva, og tí er hetta eisini ein stórur trupulleiki í samfelagnum.
Ábyrgdina fyri tí trupulleikanum eiga vit politikarar, bæði kommunupolitikarar og landspolitikarar.
Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vil eg loysa trupulleikan, men vantandi lógarheimild ger, at vit ikki fáa loyst trupulleikan. Tí mugu landsstýrið og Løgtingið uppí og broyta lógina.
Lóg má gerast, so kommunurnar fáa heimild at gera reglur fyri og avmarka stutttíðarleigu, har tørvur er á tí.
Í Tórshavnar kommunu eru væntandi eini 800 býli, har fólk ikki hava fastan bústað, ofta tí talan er um stutttíðarleigumál.
Bústaðarmarknaðurin má vera til fólk, ið skulu búgva fast, ikki til stutttíðarleigu.
Tað ber til at loysa trupulleikan. Tað gera vit við at geva kommununum neyðugu heimildirnar, so fólk fáa fastan bústað.
