Svar til Dennis Holm um umsitingarætlanina og skerjingina í fiskidøgunum
Dennis Holm hevur rætt í einum: Kjakið um fiskidagar eigur at byggja á fakta og ikki á persónlig motiv. Vit hava heldur ongantíð sagt, at skerjingin var ein persónlig herferð móti fiskivinnuni. Vit viðurkenna eisini, at toskastovnurin var illa fyri, og at Havstovan hevði fakligar grundir fyri sínum tilmæli. Men tað er ikki tað, ósemjan snýr seg um.
Ósemjan snýr seg um spælireglurnar. Umsitingarætlanin, sum varð sett í verk í 2021, bygdi á eina semju millum vinnuna og myndugleikarnar: fiskidagatalið kundi lækka 5 %, vera óbroytt ella hækka 5 %. Í 2024 varð bólkur 3–5 kortini skorin 20 %. Tað er fýra ferðir tann árliga broytingin, sum semjan bygdi á.
Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um broytingina
Dennis vísir á, at vinnan luttók í arbeiðinum við at eftirmeta og víðka umsitingarætlanina. Men luttøka í einum arbeiðs- ella ráðførslubólki er ikki tað sama sum undirtøka. Júst her er ein avgerandi upplýsing komin fram.
| Bjarni í Skálum um arbeiðsgongdina Bjarni í Skálum hevur alment skrivað, at Dennis Holm umleið 7. desember 2023 fekk skriv frá arbeiðsbólkinum, har greitt varð sagt, at semja ikki var um at fara frá 2019-avtaluni um ±5 %. Sambært Bjarna var rætta leiðin at halda fast við 5 %-regluna, til arbeiðsbólkurin var samdur um eina tillagaða ella nýggja umsitingarætlan. |
Hetta er eitt greitt og ítøkilig uppáhald um eitt skriv og eina dagfesting av hesum skrivi. Fiskimálaráðið og Dennis Holm eiga at leggja skrivið frá umleið 7. desember 2023, fundarfrágreiðingar og møguligar undirskriftir alment fram. So kann hvør einstakur síggja, um full semja var ella ikki.
Tað almenna tilfarið, sum longu fyriliggur, stuðlar ikki uppáhaldinum um eina lidna felags semju. Í tilmælinum fyri 2021 skrivar Havstovan, at ætlanin var grundað á álit frá einum samdum bólki og at broytingin skuldi vera júst 5 % hvønn veg. Í tilmælinum fyri 2025 skrivar Havstovan hinvegin, at ætlanin verður send til ICES, tá ‘endalig semja er fingin um hana í politisku skipanini og hjá vinnuni’. Tað er ein sera týðandi orðing.
Tíðarlinjan eigur at verða løgd á borðið
| Tíð | Hending | Týdningur |
| 2021 | Umsitingarætlanin sett í verk | Samdur bólkur; júst 5 % niður, óbroytt ella 5 % upp. |
| Um 7. des. 2023 | Skriv frá arbeiðsbólkinum sambært Bjarna í Skálum | Ikki semja um at fara frá ±5 %-avtaluni. |
| 12.–19. des. 2023 | Tilmælið hjá Havstovuni fyri 2024 | 20 % niður fyri bólk 3–5. |
| 28. des. 2023 | Kunngerðin fyri 2024 lýst | Skerjingin verður sett í gildi 1. januar 2024. |
| Tilmæli fyri 2025 | Víðkaða ætlanin lýst | Havstovan skrivar, at endalig semja skal fáast politiskt og hjá vinnuni. |
Tølini vísa brotið greitt
Frá 2021 til 2023 fylgdi bólkur 5 tað so nevndu 5 %-semjuni. Í 2024 varð talið skorið úr 9.456 niður í 7.565 dagar – 1.891 dagar ella 20,0 %. Síðan komu 10 % afturat niður í 2025 og 5 % í 2026.
| Ár | Veruligt | 5 %-semjan | Munur | Árlig broyting |
| 2021 | 10.478 | 10.478 | – | – |
| 2022 | 9.953 | 9.954 | −1 | −5,0 % |
| 2023 | 9.456 | 9.456 | 0 | −5,0 % |
| 2024 | 7.565 | 8.984 | −1.419 | −20,0 % |
| 2025 | 6.808 | 8.534 | −1.726 | −10,0 % |
| 2026 | 6.468 | 8.108 | −1.640 | −5,0 % |
Talva 1. Veruliga dagatalið samanborið við 5 %-leiðina frá 2021.

Mynd 1. Brotið í 2024 og vaksandi munurin fram til 2026.
| Munurin er 1.640 dagar í 2026 Um eingin árlig skerjing fór upp um 5 %, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 dagar í 2026. Veruliga talið er 6.468. Sjálvt við 750 serstøkum døgum til bólk 5B verður samlaða talið 7.218 – framvegis umleið 890 dagar undir 5 %-leiðini. |
Bólkur 5 hevur mist 70,6 % av døgunum
Síðan fiskidagaskipanin byrjaði, er bólkur 5 farin úr 22.000 niður í 6.468 dagar. Tað er ein lækking á 15.532 dagar ella 70,6 %. Bólkur 4 er eisini sera nógv skerdur. Vit siga tí ikki, at bert bólkur 5 er raktur, men bólkur 5 er millum teir harðast raktu og hevur samstundis serligar avmarkingar.

Mynd 2. Lækking frá byrjan til 2026. Buffer er roknaður við hjá bólki 2–4.
Ein dagur sigur ikki alt
Tey, sum fiska við snellu, vita, at fiskast kann í dagsljósi. Ein slíkur fiskidagur er ofta umleið 10 tímar – nærri einum hálvum samdøgri enn einum heilum. Nógvar avreiðingar eru eisini sera smáar, men túrurin telur kortini sum ein heilur fiskidagur. Havstovan staðfestir sjálv, at sambandið millum fiskidagar og veiðitrýst er óneyvt og nógv treytað av umhvørvi og veiðievnum.
Tá dagar verða skerdir, má hædd eisini takast fyri samlaðu veiðirættindunum – bæði undir Føroyum og í fremmandum sjógvi. Bólkar, sum í høvuðsheitum bert hava rættindi undir Føroyum, eiga ikki at missa alt vinnugrundarlagið, tá av tornar. Aðrir bólkar hava fingið veiðimøguleikar í fremmandum sjógvi og samstundis varðveitt rættindi undir Føroyum. Bólkur 5 hevur ikki somu mótvekt.
Útróðurin er eisini ein av fáu veruligu inngongdunum hjá ungum fólki, sum vilja inn í fiskivinnuna við egnum báti. Hann hevur týdning fyri nógv húski, havnir og bygdir kring landið. Hesi atlit skulu ikki koma í staðin fyri stovnsrøkt, men tey eiga at vera partur av eini fullfíggjaðari meting.
Farið aftur til semjuna
Um upprunaliga semjan ikki varð brotin, hevði hon framvegis verið felags grundarlagið. Tað er júst trupulleikin: ein politisk avgerð kann vera lóglig og grundað á fakliga ráðgeving, men hon verður ikki av tí sama til eina felags avtalu við vinnuna.
Handlað varð skilabetri við at halda fast í 5 %-regluni, meðan arbeitt varð við eini nýggjari endurbyggingarætlan, og bíða við at seta hana í verk, til semja var fingin. Tað hevði varðveitt integritetin í arbeiðsbólkinum og álitið á umsitingarætlanina.
Okkara loysn er tí henda:
- Farið aftur til 2021-semjuna: 5 % niður, óbroytt ella 5 % upp.
- Skal reglan víðkast, skal skrivlig og full semja fáast frá øllum pørtum, áðrenn broytingin verður sett í verk.
- Leggið skrivið frá arbeiðsbólkinum, fundarfrágreiðingar og grundarlagið fyri 2024-avgerðina alment fram.
- Endurreisið stigvíst dagatalið hjá bólki 5 móti 5 %-semjuni og gerið eina varandi skipan fyri óbrúktar dagar.
- Metið skerjingar eftir samlaðum veiðirættindum og veruligum veiðitrýsti – ikki bara eftir døgum.
- Loyvið Suðurstreymoyar Útróðrarfelag at luttaka í arbeiðsbólkinum so smærru bátarnir eisini eru umboðaðir
| Vísindalig ráðgeving og semja kunnu ganga hond í hond Vit ynskja ikki at seta stovnsrøkt til viks. Vit ynskja eina skipan, har faklig ráðgeving verður tikin í álvara, og har broytingar í avtaldu spælireglunum verða gjørdar í fullari semju. Tað er besta grundarlagið fyri bæði burðardyggum fiskastovnum og eini livandi útróðrarvinnu. |
Tí stendur okkara niðurstøða við: Semja var ikki í arbeiðsbólkinum um at fara frá 5 %-regluni. Lat okkum fara aftur til tað, vit vóru samd um, og bert broyta tað aftur, tá allir partar eru samdir um broytingina.
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
Keldur
- Havstovan: Tilmæli fyri 2021. Samdur bólkur og júst 5 % hvønn veg.
- Havstovan: Fiskidagar 2024. 20 %-tilmælið fyri bólk 3–5.
- Kunngerð nr. 186 frá 28. desember 2023. Formliga ásetingin fyri 2024.
- Havstovan: Tilmæli fyri 2025. Orðingin um endaliga semju politiskt og hjá vinnuni.
- Havstovan: Tilmæli fyri 2026. Aftur til 5 %-langtíðarregluna.
- Vørn: Søgulig hagtøl. Grundarlag undir talvum og myndum.
- Bjarni í Skálum: almenn Facebook-viðmerking, endurgivin við navni. Upplýsingin um skrivið frá arbeiðsbólkinum umleið 7. desember 2023 eigur at verða skjalprógvað við sjálvum skrivinum.