Tað boðar landsstýrið frá í ólavsøkufrágreiðingini.
Samgongan ætlar í heyst at leggja fram tvey lógaruppskot, sum fara at hava stóran týdning fyri bæði landbúnað og ferðavinnu.
Annað uppskotið snýr seg um at styrkja rættindi hjá festarum. Endamálið er at avmarka møguleikan hjá Búnaðarstovuni at taka festarar av festinum, umframt at tryggja festarum endurgjald fyri mist rættindi í ávísum førum.
Hitt uppskotið snýr seg um ferðavinnulógina. Her verður skotið upp, at bøndur fáa heimild at áseta treytir og avmarkingar fyri gongd í haga og at krevja gjald fyri atgongd. Samstundis verður lagt upp til at strika kravið um góðkenning av ferðavinnuætlanum og at avtaka burðardygdargjaldið.
Bæði lógaruppskotini eru partur av politisku ætlanunum hjá samgonguni og verða løgd fyri Løgtingið í heyst.
