Tað var eldri føroyingum ein stórur lætti, tá uppskotið hjá undanfarnu samgongu um at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár fall burtur, tí val varð útskrivað. Men í ólavsøkurøðu løgmans, sum júst er liðug, varð sagt, at pensjónsaldurin møguliga fer at hækka kortini. Men áðrenn pískurin verður sveiggjaður yvir teimum eldru, verður gularótin roynd.
Løgmaður segði, at ” Tað hevur týdning fyri haldførið í føroyska búskapinum, at pensjónsaldurin í ávísan mun fylgir gongdini í livialdrinum frameftir. Neyðugt er at eftirmeta ásetingina um, hvussu pensjónsaldur verður útroknaður”, og tað argumentið minnir nógv um tey hjá undanfarnu samgonguni um at hækka pensjónsaldurin, men sampakkar illa við samgonguskjalið hjá hesari.
Men so varð eisini sagt, at ”Ætlanin er at hækka frádráttarfríu inntøkuupphæddina fyri arbeiðsinntøku munandi”, so at pensjónistar verða eggjaðir til at arbeiða, um teir kunnu. Upphæddin og gildiskoman vórðu ikki nevndar í ólavsøkurøðuni, men í samgonguskjalinum verður sagt 300.000 krónur sum inntøkuhámark fyri mótrokning, og við Norðlýsið hevur løgmaður sagt, at tað byrjar 1. januar. So her kemur ein gularót til pensjónistarnar um at arbeiða meira sjálvboðið.
Í samgonguskjalinum frá 13. apríl stendur, at pensjónssemjan frá 2018 við max. ½-ára hækking fyri hvørt 5. ár skal yvirhaldast, so spurningurin er, um hinir samgonguflokkarnir taka undir við at eftirmeta hesa ásetingina um útrokning av pensjónsaldri. Tað fáa vit uttan iva at síggja mánadagin 3. og týsdagin 4. august, tá ólavsøkurøða løgmans verður til viðgerðar á løgtingi.
