Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ikki eitt orð um tjóðarsemjuna ella Suðuroyartunnil

Jóhann Lützen

Tey, sum væntaðu eina ætlan um at íverkseta tjóðarsemjuna í ólavsøkurøðu løgmans, og/ella eina ætlan um Suðuroyartunnil, vórðu vónbrotin. Eftir tingfundin hevði onkur áhoyrari á máli, at tað hevur eydnast Sambandsflokkinum at útviska alla tjóðarsemjuna.

Ólavsøkurøða løgmans leitaði fyrst og fremst inneftir – eins og vit hava róð framundir seinastu tíðina.

Rúsevnismálið, campusverkætlan, barnakekkur, hægri inntøkumark til mótrokning av pensjónistum fyltu heilt fitt, men tá tað kemur til fleiri uttanríkispolitiskar heimildir, so eru tær avmarkaðar til limaskap í Norðurlandaráðnum, NEAFC og NAFO (fiskiveiðifelagsskapur) og IOC (altjóða olympisku nevndina). Heldur ikki sáttmálin við Russland er nevndur annað enn, hvat longu er hent.

Suðuroyartunnilin er heldur ikki nevndur í ólavsøkurøðuni. Tað kann undra eitt sindur, tí tað allarseinasta málið, sum varð samtykt undir seinastu samgongu í februar, var júst projektering og útboð av Suðuroyartunli. Tí átti ein at kunnað væntað, at løgmaður greiddi frá, hvussu ætlanin var at fara fram hiðani, men tunnilsverkætlanin til Suðuroyar brillieraði við síni fráveru.

Øll frágreiðingin hjá løgmanni fyri Løgtinginum ólavsøkudag kann lesast her:

https://www.lms.fo/fo/kunning/tidindi/her-er-olavsoekufragreiding-loegmans-2026