Tað er ólavsøkudagur og dagsins Frískt lot-sending hevur sjálvandi aftur í dag Ólavsøku viðkomandi evnir uppi at venda.
David og Rannvør hava verið í Mullers Pakkhús og tikið upp, har Lions Club Tórshavn hava skipað fyri teirra Ólavsøku listaframsýning. Prátað verður við Poul Geert Hansen, ið hevur staðið fyri framsýningini, um hvussu fyrireikingarnar hava verið, hvat verður at síggja og mangt annað.
Jan Herman Hansen, ið hevur verið formaður í róðrarsambandinum í 10 ár, kom eisini ein túr framvið Mullers Pakkhús at greiða frá um kappróðurin sum ítrótt, søguna hjá kappróðrinum og hvussu kappróðurin hevur tað í dag.
Sendingin kann hoyrast live frá kl 15-16 her: https://stroym.fo/nordlysid_live.html
Um ein ikki hevur møguleika at lurta live ella ein ynskir at lurta umaftur, so liggja sendingarnar her: https://nordlysid.fo/category/poddar/friskt-lot/
Til ber eisini at fylgja nærri við sendingini, at skriva til vertirnar og at luttaka í kappingum á instagram vanganum: https://www.instagram.com/frisktlot?utm_source=ig_web_button_share_sheet&igsh=ZDNlZDc0MzIxNw==
