Tekla við barnaróðri hevði tryggjað sær FM undan ólavsøkuni, meðan hinir báðir vunnu stórsigrar og sum væntað tryggjaðu sær FM 2026.
Tekla hevði tryggjað sær FM undan ólavsøkuni. Í dag endaði Tekla nummar trý.
Hjá 5-mannaførum U18-dreingjum vann Fípan Fagra ein stórsigur eftir, at hendan manningin seinast annars royndi at tapa ein róður á fyrsta sinni í fleiri ár.
Hjá 5-mannaførum kvinnum vann Fípan Fagra fyri sjeyndu ferð í ár og aftur hesaferð í stórum stíli.
Sostatt vann KRF trý FM í ár og gjørdist næstmest vinnandi felagið aftanfyri Havnar Róðrarfelag (HR).
