Tað bleiv spenningur um ólavsøkusigurin, men ikki um FM, tá 10-mannaførini róðu í dag.
Í startinum fylgdust allir tríggir bátarnir, men eftir startspurtin dragnaði Klaksvíkingur og so fóru hinir báðir inneftir í sera harðari kapping. Havnarbáturin var fyri tað mesta á odda, men fyrsta partin av endasputinum fór Ormurin Langi framum. Í síðstu tøkunum fór Havnarbáturin framum aftur og vann knøppum skuti. Klaksvíkingur megnaði bara at kappast við hinar báðar fyrstu tvær stevnurmar og í dag hendi einki óvæntað, og tí vann Ormurin Langi FM 2026.
