Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí kann KÍ røkka deildarspæli mikudagin

Norðlýsið

Mikudagin klokkan 17 spæla okkara menn Champions League dyst í Litava ímóti Kauno Zalgiris, har ein sigur gevur atgongd til Conference League deildarspæl.

Leiðin fram til deildarspælið kann tykjast eitt sindur fløkt fyri fleiri, og tískil hava vit í Norðlýsinum gjørt eina simpla tekning, sum vónandi vísir, hvussu vit kunna náa einum deildarspæli.

KÍ vann samanlagt 4-2 á FC Atert Bissen í fyrstu kvalifikatiónsrunduni (Q1), og spælir tí nú Q2 runduna í Champions League.

Vinnur KÍ í Litava, so bíða FC Thun úr Sveis, ella GNK Dinamo úr krotia í Q3 í Champions League. Hetta vil tryggja deildarspæl í Conference League, tí tapir KÍ Q3 runduna, so detta teir niður til Play-off dystin til Europa League deildarspæl, og tapa teir eisini tað, so enda teir í einum Conference League deildarspæli.

Tapir KÍ ímóti Kauno, so bíðar mest sannlíkt danska AGF í Europa League Q3 runduni, sum taptu fyrra dystin 1-4 ímóti Lech Poznan úr Póllandi. Vinnur KÍ tað runduna, so er deildarspæl tryggjað, annars fáa teir ein síðsta møguleika í Conference League Play-off dystinum.

Samanumtikið skal KÍ vinna eina rundu fyri at náa Conference League deildarspæli, tvær rundur fyri at náa Europa League deildarspæli, og tríggjar rundur fyri at náa Champions League deildarspæli.

Nógvar evropeiskar royndir

Í 2017 spældi KÍ sín fyrsta evropeiska dyst síðani 2000, og hava gjøgnum hesi 9 árini spælt 55 dystir. Leikarar sum Jákup, Páll, Jóannes, Jonn og Deni hava verið við síðan 2017, og seinni eru Odmar, Hallur, René og Árni komnir líðandi við aftrat síðani 2020. Hópurin er heldur ikki so nógv broyttur frá í fjør, har leikarar sum Mark, Sebastian, Gaston, Gilli, Daniel, Filip, og Patrik hava roynt seg væl.

Gjøgnum hesa tíðina hevur KÍ sligið 12 lið út í Evropa:

  • 2018:                             1. Birkirkara FC (Malta)
  • 2019:                             2. Tre Fiori FC (San Marino)                               3. FK Riteriai (Litava)
  • 2020:                             4. Slovan Bratislava (Slovakia)                           5. FC Dinamo Tbilisi (Georgia)
  • 2022:                             6. FK Sutjeska (Montenegro)
  • 2023:                             7. Ferencvárosi TC (Ungarn)                              8. BK Häcken (Svøríki)
  • 2024:                             9. FC Differdange 03 (Luksemborg)
  • 2025:                             10. SJK Seinajöki (Finnland)                                11. FK Radnički (Serbia)
  • 2026:                             12. FC Atert Bissen (Luksemborg)

Í 2020 var hvør runda bara 1 dystur, og dysturin ímóti Slovan Bratislava var vunnin uttan dyst.

Ein stuttligur statistikkur, ein kann taka fram, er, at ímóti 4 av liðunum, sum eru útsligin, er tann fyrri dysturin endaður við einum málleysum javnleiki.

Dysturin verður í morgin, mikudagin klokkan 17 føroyska tíð.

KOYR Á KÍ!!