Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tað er einaferð um árið – Ólavsøku útvarp úr Sjónleikarhúsinum

David Thomassen

Einki er so gott sum, tá ið silvurið er pussað, tí tá veit mann, at nú nærkast ólavsøkan!

Í dagsins Frískt lot-sending práta vit um ólavsøku, føroysk klæðir og ólavsøkukabarettina í Sjónleikarhúsinum.

Tinna Berg Jørgensen, reportari,  hevur verið ein túr í Marjun Heimá og prátað við Astrið Gullborgardóttir. Har hevur hon fingið góð ráð um, hvussu ein keypir føroysk klæðir – ein drúgv tilgongd, sum kann vera torfør at seta hol á.

David og Rannvør vóru ein túr í Sjónleikarhúsinum, har ólavsøkukabarettin aftur í ár verður framførd. Tey bæði tosa við Dávur Birgisson, Juttu S. Linklett og Lív Brunn Muller, sum gera kabarettina í ár. Prátið snýr seg m.a. um, hvussu ein finnur tað stuttliga í einari hending og ger hana um til eina sketsj, sum skal fáa eina fjøld av fólki at flenna.

At enda verður ein teasari til nýggja lagið hjá Flákra, nýggja bólkinum hjá Bjørk Lamhauge og Tinu Mellemgaard, at hoyra. Lagið verður at hoyra í síni heild í hósdagssendingini og er teirra boð uppá eitt summarhitt.

Sendingin kann hoyrast live frá kl 15-16 her: https://stroym.fo/nordlysid_live.html

Um ein ikki hevur møguleika at lurta live ella ein ynskir at lurta umaftur, so liggja sendingarnar her: https://nordlysid.fo/category/poddar/friskt-lot/

Til ber eisini at fylgja nærri við sendingini, at skriva til vertirnar og at luttaka í kappingum á instagram vanganum: https://www.instagram.com/frisktlot?utm_source=ig_web_button_share_sheet&igsh=ZDNlZDc0MzIxNw==