Amarant leitar eftir einum dagligum leiðara at leiða framleiðsluna, at skapa trivnað millum starvsfólkini og tryggja, at kundarnir hvønn dag fáa góðar upplivingar.
Amarant er ein væl kend fyritøka í Norðoyggjum við bakarí og kafé. Hvønn dag framleiða og selja vit nýbakaðar vørur, køkur, mat og drekka til hundraðtals kundar.
Vit leggja stóran dent á góðsku, tænastu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Sum dagligur leiðari fært tú ábyrgdina av rakstri, starvsfólkum og menningini av Amarant. Dagligi leiðarin vísir beinleiðis til stjóran.
Arbeiðsuppgávur
Førleikar
Vit ímynda okkum, at tú:
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt týdningarmikið leiðslustarv í einari fyritøku við sterkum staðbundnum samleika og trúføstum kundum.
Tú fært stórt sjálvræði í starvinum og møguleika at mynda leiklutin sjálv/ur.
Vit leita eftir einum leiðara, sum ikki bara vil umsita raksturin, men sum eisini hevur hug og dirvi at seta sítt egna fingramerki á arbeiðsgongdir, starvsfólkamenning og framtíðar menningina av Amarant.
Starvstreytir og løn verður avtalað millum partarnar.
Umsókn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august 2026 kl 12.00. Starvsbyrjan er skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu.
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi tilfar skal sendast til jan@cig.fo.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Petersen, tlf +298 557010.
Ein sera sjáldsamur gestur varð sæddur í føroyskum sjógvi í morgun. Talan er um ein hvítfisk, eisini nevndur beluga, og…
Hvussu ber tað til, at vinnulívsmenn regluliga leggja trýst á Løgtingið um at føra planbúskap?! Altso vinnulívsmenn, sum sjálvir fáa…
Vit eru vorðin eitt sindur fín upp á tað, tí í dag, í morgin og í ovurmorgin senda vit beinleiðis…