Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ortega: Nicaragua fer ongantíð at halda val aftur

Jóhann Lützen

Forsetin í Nicaragua, Daniel Ortega, sigur, at landið ongantíð aftur fer at halda fólkaræðislig val.

Útmeldingin kom á hátíðarhaldinum fyri 47 ára degnum hjá sandinistisku kollveltingini. Ortega segði, at stjórnin umboðar fólkið, og tí eru val ikki neyðug.

Ortega hevur sitið við valdið síðani 2007. Stjórn hansara hevur í fleiri ár fingið harða altjóða atfinningar fyri at kúga mótstøðufólk, avmarka frælsi hjá miðlum og fongsla politisk mótstøðufólk.

Næsta forsetavalið skuldi eftir ætlan vera í 2027, men sambært forsetanum verður einki val hildið.