woodpaint
Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trump helt sjáldsama landsrøðu: Fleiri sjónvarpsrásir valdu ikki at senda hana

Klæmint Klakk

Klokkan tvey í nátt føroyska tíð helt amerikanski forsetin, Donald Trump, landsrøðu fyri amerikanska fólkinum úr Hvítu Húsunum.

Slíkar røður verða vanliga brúktar, tá amerikanskir forsetar vilja venda sær beinleiðis til tjóðina um serliga álvarslig ella týðandi mál, til dømis kríggj, stórar kreppur ella avgerandi politiskar hendingar.

Legði skjøl fram

Í sambandi við røðuna almannakunngjørdi Hvítu Húsini eina røð av skjølum, sum Trump segði vístu, at Kina hevði roynt at ávirka amerikanska valið.

Hann endurtók eisini sínar drúgvu atfinningar móti valúrslitinum í 2020 og heitti á kongressina um at samtykkja strangari vallóggávu, millum annað krav um prógv fyri amerikanskum ríkisborgaraskapi, tá veljarar verða skrásettir.

Trump heitti eisini serliga kongressina um at samtykkja SAVE America Act. Lógaruppskotið er longu samtykt í Umboðsmannatinginum, men bíðar framvegis eftir viðgerð í senatinum. Tað skal millum annað krevja prógv fyri amerikanskum ríkisborgaraskapi, tá fólk skráseta seg sum veljarar. Stuðulsfólk siga, at hetta fer at styrkja álitið á valskipanina, meðan mótstøðufólk halda, at lógin kann gera tað torførari hjá summum ríkisborgarum at skráseta seg at velja.

Gomul uppáhald fáa aftur mótmæli

Eftir røðuna hevur Reuters skrivað at amerikanskar fregnartænastur áður hava mett, at Kina ikki broytti sjálvt valúrslitið í 2020. Reuters staðfestir heldur ikki, at nýggju skjølini broyta ta metingina. Enn er tó eingin full og óheft gjøgnumgongd framd av øllum skjølunum sum vóru almannakunngjørd eftir røðuna.

AP vísir á, at fleiri fínteljingar, dómstólar og almennar kanningar, eisini undir republikanskari leiðslu, áður hava staðfest úrslitið av forsetavalinum í 2020 og ikki funnið prógv fyri víðfevndum valsviki, sum hevði broytt úrslitið.

Hví kemur røðan júst nú?

Reuters metir tað ikki vera av tilvild at hendan røðan kemur júst nú.

Røðan kemur umleið fýra mánaðir undan amerikanska miðvalinum, samstundis sum Trump framvegis ikki hevur fingið sítt uppskot um herda vallóggávu samtykta í kongressini. Veljarakanningar og politiskar greiningar hava bent á, at demokratar kunnu vinna meirilutan í aðrari ella báðum deildunum í kongressini. Hendir hetta, verður munandi truplari hjá Trump og republikanarum at fáa slíka lóggávu samtykta.

Sambært Reuters kann røðan eisini eisini vera ein roynd at flyta almenna kjakið frá krígnum við Iran og búskaparligum avbjóðingum yvir á valtrygd, sum hevur stóran týdning hjá hansara kjarnuveljarum.

Fleiri sjónvarpsrásir sendu ikki røðuna

Longu undan røðuni var kjak í amerikonskum miðlum um, hvørt hon skuldi sendast beinleiðis.

ABC, NBC og CNN valdu ikki at senda røðuna beinleiðis á sínum høvuðsrásum. Í staðin var hon stroymd á talgildum pallum. Fox News sendi alla røðuna beinleiðis, meðan CBS byrjaði at senda hana, men fór síðani yvir til faktakanning og greining.

Reuters skrivar, at fleiri miðlar óttaðust at geva beinleiðis senditíð til uppáhald um valið í 2020, sum áður eru avvístar í dómstólum og av amerikanskum myndugleikum. Hvítu Húsini funnust hinvegin hvassliga at avgerðini og søgdu, at sjónvarpsrásirnar royndu at forða almenninginum í at hoyra boðskapin.