Klaksvík
17°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið um vikuskiftið

Hanus Kjølbro

Góðveðrið seinastu dagarnar fer at halda fram, tó eitt sindur broytt. Hann hevur verið lágur ella útsynningur stóran part av vikuni. Vindferðin hevur verið lítil, so lítil at næstan einki luftrák hevur verið, og einki hevur verið til at sæð av røttu ættini.   

Hann er vestan í dag, men fer upp í útnyrðing og norðan út á seinnapartin. Ikki nógvur vindurin, 3 til 8 m/s. Loftið klárt ella hálvskýggjað. og fitt av sól ella sólglottum í flestu støðum, men onkrastaðni tám ella mjørki. Hitin í dag upp í 17 stig, har ættin er tann rætta. Í flestu støðum upp í 14 stig. Í nátt kølnar niður í 9-10 stig.

Í morgin er hann norðan, til nakað er ligið út á seinnapartin. Tá fer hann at ganga niður í vestan ella útsynning. Bert eitt lítið lot allan dagin, minni enn 5 m/s. Hitin 12 til 16 stig; um náttina um tey 10 stigini.

Sunnudagin byrjar hann við útsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt, í støðum mjørki. Út á dagin gongur hann upp í útnyrðing. Sama lítla vindferð. Hitin 12 til 16 stig.  

Gott vikuskifti.