Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ skal spæla finalu móti HB

Jógvan Skorheim

KÍ fekk trilvandi byrjan upp á seinnu hálvfinaluna millum KÍ og Víking. Fyrri dysturin endaði við einum 1-0 sigri til KÍ, og tí var spenningur í luftini undan seinna dystinum.

Tað var Víkingur í legði best frá byrjan.

Tá ið 25 minuttir vóru spældir fekk Jonnhild á Sondum ein fríleypara, ið hon setti hegnisliga í málið heilt úti við stongina. Til alla lukku fyri KÍ, var Sólja Ernstdóttir skjót at svara aftur, tá ið hon í 30 minutti skoraði til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Sæð við KÍ-brillum, var spælið í fyrra hálvleiki ikki so gott, sum vit ofta hava sæð tað áður, meðan Víkingur kempaðu við øllum tí tær áttu.

Í seinna hálvleiki kom veruliga hol á málskjótingina. Durita Hummeland hevur verið glóðheit seinastu dystirnar, og tað var eisini hon sum legði fyri tá ið 67 minuttir vóru spældir.

Sæð í ljósinum av fyrra hálvleiki, sótu viðhaldsfólkini ikki við einari heilt tryggari kenslu, fyrr enn Maria Vinjardsdóttir Johansen økti til 3-1 eftir 73 minuttir.

Eftir hetta var mest sum bara einvegis ferðsla. Durita Hummeland skoraði aftur í 74 minutti, áðrenn Eyðvør Klakstein (85′) og Tórun Joensen punkteraðu dystin til eitt endaligt úrslit á 6-1 til KÍ.

KÍ skal spæla løgmansfinalu mikukvøldið 16. september kl. 19.00 á Tórsvølli móti HB.