Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú hevur KÍ javnað til 2-2

Jákup Ósá

KÍ-viðhaldsfólk eru komin í steypahýr.

Í gjáramorgunin var 2-0 til Víking í útseldum bólkum á langsíðuni. Seinni í gjár var fyrsti bólkur hjá KÍ útseldur og í morgun er annar bólkurin útseldur. Støðan er nú 2-2 í útseldum bólkum. Liðini hava fýra bólkar í part á langsíðuni. Fólkagrundarlagið hjá KÍ eigur at gera, at tað av røttum skulu verða væl fleiri KÍ-viðhaldsfólk enn viðhaldsfólk hjá Víkingi.

Finalan byrjar leygarkvøldið kl. 19.00 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.