Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið

Betesda

Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara Liz og Ragnar Niclasen at greiða frá tænastu teirra fyri HARRAN á Filipsoyggjunum. 

Liz og Ragnar Niclasen virka sum trúboðarar á Filipsoyggjum, men í september mánað vitja tey  heima í Føroyum, her tey gista í Klaksvík.

Mikukvøldið verða tey í Betesda og greiða frá tænastuni, tey standa í, har høvi eisini verður at heilsa uppá tey afturvið einum drekkamunni eftir møtið.

***

Ragnar Niclasen, sum er klaksvíkingur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu fyri HARRAN sum trúboðarar hjá NTM á Filipsoyggjum.

Árini 2008 til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum.

Sostatt er meir enn hálv øld runnin, síðan Ragnar sum unglingi flutti heiman at útbúgva seg og síðan fór út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN. 

***

Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið kl. 20.