Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ minkaði til 2-1

Jákup Ósá

Víkingur er á odda í seldum atgongumerkjum til finaluna um løgmanssteypið leygarkvøldið.

Víkingur og KÍ hava fýra bókar í part á langsíðuni. Tað eru fleiri dagar síðani, at tveir teir fyrstu vóru útseldir hjá Víkingi. Í morgun var eingin útseldur hjá KÍ, men nú er tann nærmast miðjuni útseldur, so nú er 2-1 til Víking uttanfyri vøllin. Í fjør vóru allir fýra bólkarnir hjá KÍ á langsíðuni útseldir. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Finalan um løgmanssteypið byrjar leygarkvøldið kl. 19.00.