Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjur Eysturoyingur til 10-mannafarsróðurin komandi ár

Jákup Ósá

NSÍ kappróður boðar frá, at nýtt 10-mannafar verður klárt til komandi kappingarár.

NSÍ kappróður skrivar:

Vit kunnu við gleði boða frá, at Sámal Hansen er farin undir at byggja eitt nýtt 10-mannafar til felagið. Nýggi báturin skal standa klárur til komandi kappróðrarár.

Hetta verður enn eitt týðandi kapittul í søguni um Eysturoying, nýggi Eysturoyingur verður fimti í felagnum.

Sámal Hansen hevur havt stóran týdning kappróðrarfelagið og fyri 10-mannafarið hjá NSÍ gjøgnum árini og hevur smíðað Eysturoying frá 1998 og 2009. Báðir bátarnir hava skrivað seg inn í føroysku kappróðrarsøguna við fleiri Føroyummeistaraheitum og óteljandi minnisríkum sigrum, har Sámal sjálvur hevur verið partur av manningini eisini.

Eysturoyingur hevur áður verið eitt av fremstu 10-mannaførunum í Føroyum og hevur vunnið Føroyummeistaraheitið átta ferðir síðani 1998.