Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-EB/Streymur

Jákup Ósá

Í kvøld skal KÍ vinna fyri at fylgja við oddaliðnum, sum longu hevur vunnið hetta umfarið.

KÍ fær vitjan av EB/Streymi. EB/Streymur hevur fyrr í ár vunnið stig móti KÍ og síðstu árini hevur mangan verið sera nær við, at EB/Streymur hevur fingið stig í Klaksvík.

Hjá KÍ er ivamál um fleiri leikarar, sum spældu nógv í Riga. M.a. Gaston Tellechea og Gilla R. Sørensen, sum báðir blivu útskiftir í Riga hóskvøldið. Hinvegin er Odmar Færø nú tøkur aftur. Hjá EB/Streymi hevur klaksvíkingurin Óli Ey. Poulsen leikbann.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 18.30. Dómari verður Bjarki Danielsen.