Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banka-samtakið stuðlar Sólblómuskipanini

Tíðindaskriv

01. september 2026

Føroya Banka-samtakið er nú partur av Sólblómuskipanini. Hetta merkir, at samtakið ger tryggari og meira inkluderandi umstøður fyri kundar og starvsfólk við ósjónligum breki.

Summi fólk hava tørv á meira tíð, ró og tolsemi, uttan at tørvurin er sjónligur. Við Sólblómuskipanini ger samtakið tað møguligt hjá teimum kundunum, ið bera eitt ósjónligt brek ella hava eina ósjónliga sjúku, at fáa neyðugu hjálpina. Ósjónligu brekini kunnu vera sera ymisk – alt frá alzheimers, autismu, orðblindi, ADHD, angist og mangt annað, sum ger, at tú hevur serligan tørv.

”Tá ið kundar koma til okkara, skulu teir kenna seg tryggar, vælkomnar og virdar. Hetta er eisini galdandi fyri fólk, ið hava ein tørv, sum ikki sæst. Við Sólblómuskipanini styrkja vit tilvitið hjá okkara starvsfólkum og senda samstundis greið boð um, at tað er rúm fyri at hava tørv á eitt sindur meira tíð, ró ella tolsemi. Hetta er ein natúrligur partur av okkara ábyrgd sum ein stór fyritøka við nógvum ymiskum kundum og starvsfólkum,” sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Ítøkilig átøk – Sólblómubandið, telefonlinja og teldupostadressa

At vera partur av Sólblomuskipanini merkir, at tú sum fyritøka skalt gera ymisk ítøkilig átøk. Vit hava gjørt hesi átøk, soleiðis at tað verður lættari hjá fólki við ósjónligum breki at seta seg í samband við okkum:

  • Sólblómubandið er eitt diskret og altjóða viðurkent eyðkenni, sum fólk kunnu bera fyri at vísa, at tey hava eitt ósjónligt brek og møguliga tørva eyka atlit. Tann, ið ber bandið, nýtist hvørki at greiða frá sínum tørvi ella siga, hví viðkomandi ber sólblómubandið. Sólblómubandið fæst á øllum deildunum umframt hjá Trygd og Skyn.
  • Vit hava eisini eina sólblómulinju –  telefonnummarið er 330 331 – og starvsfólkini, ið varða av sólblómulinjuni, eru klár at svara og hjálpa øllum teimum, ið ringja inn.
  • Um tú heldur vilt skriva til okkara, so hava vit eina sólblómu-teldupostadressu: solbloma@bankin.fo
  • Harafturat hevur tú eisini møguleika at bíleggja ein persónligan fund á heimasíðu okkara: www.bankin.fo/solbloma

”Atkomiligheit snýr seg ikki bara um fysiskar umstøður. Tað snýr seg eisini um, hvussu vit møta hvørjum øðrum. Smá atlit kunnu gera stóran mun, og við Sólblómuskipanini vilja vit vera við til at skapa meira rúm fyri ósjónligum brekum, bæði á arbeiðsplássinum og í samfelagnum sum heild,” sigur Turið F. Arge.

Starvsfólk fáa undirvísing í Sólblómuskipanini

Umframt tey ítøkiligu átøkini so hava starvsfólk í øllum samtakinum fingið undirvísing um Sólblómuskipanina, og hvussu starvsfólk kunnu møta fólki, ið bera sólblómubandið. Hetta kann til dømis merkja, at betur tíð verður sett av til eina samrøðu, at ein frágreiðing verður lagað til tørvin, at meiri friður er um fundin ella at spurt verður, hvussu best ber til at hjálpa.

Sólblóman verður sjónlig á teimum støðum, har kundar og samstarvsfelagar koma í samband við samtakið. Sólblómubandið kann heintast á øllum deildum kring landið.

Tú kanst lesa meira um Sólblómuskipanina á www.hdsunflower.com/dk