Norð Festivalurin 2026 er nú farin afturum, og aftur í ár eydnaðist hann væl
Norð Festivalurin er hæddarpunkt á árinum
Bygdafólk á Viðareiði siga, at fyri tey er Norð Festivalurin vorðin eitt hæddarpunkt á árinum. Teimum dáma væl stemmingin í bygdini, tá ið fyrireikingarnar fara í gongd, og húsvognar síggjast streyma til bygdina. Umframt, so eru nógvir viðingar fúsir at rætta eina hjálpandi hond, tí nógv skal ganga upp í eina hægru eind, tá ið ein slíkur festivalur skal haldast í bygdini.
Bygdafólk gera eisini nógv burtur úr gestablídni. Nógv hava liggjandi gestir, snøgga verður um uttanfyri og inni, og nógv fólk koma á gátt. Borðreitt verður eisini við góðum mati og drekka til festivalgestirnir
Fólk í húsvognum trívast væl á Viðareiði
Fólk, ið høvdu leitað sær norður við húsvognum siga, at huglagið og blíðskapurin á Viðareiði er serstakur, bygdafólk eru sera gestablíð og vinarlig. Hetta høvdu tey eisini lagt til merkis undanfarin ár, tí dámar teimum serstakliga væl at koma norður til Viðareiðis. Bygdin er eisini so stórsligin, ruddilig og vøkur.
D-A-D liggur í hægra endanum, tá ið talan er høvuðsnøvn, sum hava vitjað í Føroyum
Eftir at hava tosað við nógv fólk, so eru tey samd um, at hetta var ein góður Norð Festivalurin . Eisini varð tosað um, at vit eiga rættiliga nógvar, framúr góðar tónleikarar í Føroyum. Danski tónleikabólkurin D-A-D, sum var høvuðsnavnið á Norð Festivalinum, fekk eisini sera gott skoðsmál frá fólki. Onkur vildi vera við, at teir lógu í hægra endanum, um samanborið varð við onnur høvuðsnøvn, sum hava vitjað í Føroyum
Nú síggjast seinastu húsvognarnir fara úr bygdini, og Norð Festivalurin 2026 er av á hesum sinni.
