segði Beinir Johannesen, løgmaður skemtandi í røðu síni, tá Logos Hope legði at í Klaksvík í dag.
Vit prenta røðuna niðanfyri.
Góðu tit øll,
Takk fyri møguleikan at siga nøkur orð, nú Logos Hope vitjar í Klaksvík. Hetta er eitt skip, sum hevur ríkt søguligt tilknýti til Føroya, og vit føroyingar eru góðir við.
Tá vit hugsa um Logos Hope, hugsa vit kanska um søguna hjá skipinum, bókasøluna og øll støðini, sum skipið hevur vitjað.
Og hagtølini eru í sjálvum sær rættiliga áhugaverd.
Logos Hope hevur havt meira enn 11,4 milliónir vitjandi, vitjað 84 lond og 266 havnir. Tað hevur eisini siglt meira enn 166.000 sjómíl og selt fleiri enn 12,7 milliónir bøkur.
Men handan hesi tølini eru eisini nógv íðin fólk.
Umborð gera tit nógv ymisk arbeiði. Summi arbeiða í køkinum, onnur í bókasøluni, í maskinrúminum ella við ymiskum praktiskum uppgávum.
Sjálvur kenni eg fleiri sjálvboðin, sum hava verið við í styttri og longri tíðarskeið.
Og júst sjálvboðið arbeiði er nakað, vit skulu taka við okkum í dag, haldi eg.
Tí sjálvboðið arbeiði nýtist ikki at vera nakað stórvegis. Tað kann vera heilt vanligt arbeiði. At vaska upp, hjálpa einum gesti, rudda eitt borð ella brúka nakrar tímar upp á eina uppgávu, sum bara skal gerast.
Tað er kanska eisini tað, sum er so gott við sjálvbodnum arbeiði. Tú gert okkurt, ikki tí tú fært løn fyri tað, men tí tú hevur hug at hjálpa til og vera við.
Tað kenna vit eisini aftur í Føroyum. Vit eru von við, at fólk geva eina hjálpandi hond, tá okkurt skal gerast. Tað kann vera í ítróttafelagnum, í bygdini, til eina konsert, á einum tiltaki ella í trúarlívinum.
Nógv av tí, sum vit meta sum eina sjálvfylgju, er í veruleikanum borið av fólki, sum brúka sína frítíð upp á nakað, sum kemur øðrum til góðar.
Tað er júst hetta, vit føroyingar megna væl, og sum eg haldi, at vit mugu halda áfram at varðveita sum ein part av okkara mentan.
Eg havi sjálvur eitt serligt minni um Logos Hope.
Eg var umborð, tá eg var heilt ungur, 12 ára gamal. Tá hugsaði eg sjálvandi ikki um alt arbeiðið, sum fór fram umborð. Eg var bara ein ungur drongur, sum var komið umborð á eitt stórt og spennandi skip.
Og um eg skal vera heilt ærligur, so er tað ikki søguna hjá skipinum, sum eg minnist best.
Tað, eg minnist best, var soft ice-maskinan.
Hon var nakað fyri seg og kundi gera vaniljuís og sjokulátaís – og bæði í einum. Tað hevði eg ikki sæð fyrr.
Og nú, 17 ár seinni, stendur skipið her aftur.
Tað er mær fortalt, at soft ice-maskinan er enn umborð.
Hesaferð hyggi eg kanska eitt sindur øðrvísi upp á virksemið hjá Logos Hope.
Hetta er ikki bara eitt spennandi skip, men eisini eitt stórt og gevandi arbeiðspláss, har nógv fólk gjøgnum árini hava valt at brúka tíð og orku upp á at fáa tað at rigga.
Og tað er kanska tað, vit kunnu taka við okkum frá Logos Hope.
Okkum nýtast ikki øll at gera nakað stórt. Men vit kunnu øll geva eitt sindur til eitt gott endamál, um vit hava møguleika til tað.
Og tá nógv fólk gera tað á hvør sínum øki, so kann tað blíva til nakað nógv størri, enn vit høvdu klárað einsamøll.
Her at enda vil eg ynskja Guds signing til skip og manning – og blíðan byr frameftir við virkseminum.
Takk fyri.
